Jógvan í Dali

 

Teldupostur:    jid@awinther.fo


Jógvan er útbúgvin byggifrøðingur frá Byggeteknisk Højskole, Horsens, í 1988.

Frammanundan er hann útlærdur timbursveinur í 1970, og arbeiddi sum timburmeistari frá 1973 til 1981.

Hevur eftirútbúgving á Merkonomstøði innan Virkisbúskap, Virkisfyriskipan, Leiðsla og samstarv, Arbeiðsrætt og Dátaskipan.

Hevur luttikið í skeiðum um projektstýring, CAD og útbjóðing, eins og hann er virkin í danska samstarvinum um telduprojektering sum nú er kallað BIPS.

Síðani 1989 hevur hann starvast hjá okkum við projektering, útbjóðing, fakeftirliti, myndugleikaviðgerð, projektstýring og støðufrágreiðingum. Hevur ábyrgdina av IT-skipanini á teknistovuni.

Føddur í 1949. Limur í Føroya Byggifrøðingafelag.

 
Niels Winthersgøta 4 - FO-100 Tórshavn - awinther@awinther.fo - Telefon