Árni Winther


Teldupostur:    aw@awinther.fo


Árni er útbúgvin arkitektur frá Kunstakademiets Arkitektskole, København, í 1975, á deildini hjá professor Tobias Faber.

Eftirútbúgving innan projektstýring, CAD, ljós og byggitilfar. Hevur luttikið í ymsum kappingum, og verið við til at vinna fleiri teirra.

Stovnaði teknistovuna í 1979 og hann hevur verið stjóri síðani. Ábyrgdarøki: leiðsla, ráðlegging, skitsering, samskifti.

Frammanundan arbeiddi hann hjá Arkitektfirmaet Skaarup & Jespersen A/S og J.P.Gregoriussen, arkitekti MAA.

Havt byggilistarligt eftirlit við Norðurlandahúsinum fyri stýrið. Fyrilestrar í Føroyum, Danmark, Skotlandi.

Umboð fyri norðurlendsku arkitektafeløgini í stýrinum fyri Ralph Erskine Priset 2001-2004.

Arbeiði eru lýst í Arkitekten, Arkitektur DK, Sjónvarpi Føroya.

Føddur 1949. Limur í Arkitektafelag Føroya, fyrsti formaður. Limur í Akademisk Arkitektforening, í umboðsráðnum eitt skifti. Í nevndini í Ráðgevarafelagnum eitt skifti. Umboð fyri Listafelag Føroya í stýrinum fyri Listasavn Føroya 2005-.

Niels Winthersgøta 4 - FO-100 Tórshavn - awinther@awinther.fo - Telefon