Pauli Dam Joensen


Teldupostur:    pdj@awinther.fo

Pauli er útbúgvin arkitektur frá Kunstakademiets Arkitektskole, København, í 1978, frá deildini hjá professor Jørgen Bo.

Áður er hann útlærdur snikkari í 1969, og byggifrøðingur frá Byggeteknisk Højskole, København, í 1974.

Eftirútbúgving innan skitseringsmetodikk, CAD, ljós og byggitilfar. Hevur luttikið í ymsum kappingum, og verið við til at vinna fleiri teirra.

Síðani 1981 hevur hann starvast hjá okkum við skitsering, projektering, fakeftirliti, myndugleikaviðgerð, og arbeiðsfrágreiðingum.

Frammanundan arbeiddi hann hjá J.P.Gregoriussen, arkitekti MAA, Krohn & Hartvig Rasmussen Arkitektfirma, prof. Knud Holsher, og hjá E. Pihl & Søn A/S.

Tilnevndur av Statens Kunstfond til verkætlan úti á Reyni í 1992.

Føddur 1947. Limur í Arkitektafelag Føroya.


Niels Winthersgøta 4 - FO-100 Tórshavn - awinther@awinther.fo - Telefon