| | | |
|
|
|
Tórshavn 20. juni 2011
Avtala um heildarráðgeving undirskrivað
Í kapping við trý onnur samtøk hevur føroyska samtakið, FAERPORT, vunnið kappingina at tekna nýggja farstøð í Vágum. Nýggja farstøðin fær altjóða snið og verður munandi rúmligari enn verandi farstøð
P/F Vága Floghavn og FAERPORT skrivaðu fríggjdagin 17. juni undir avtalu um, heildarráðgevingini í sambandi við projektering av nýggjari farstøð, tænastubygningum og uttanumsøkjum á flogvøllinum.
Innkomnu tilboðini vóru mett til tess at finna tilboðið, ið var til mestan fyrimun fyri floghavnina. Mett var út frá byggilistarligu verkætlanini, kostnað fyri ráðgevingina og ætlaðu skipanina av arbeiðinum. Uppskotið hjá FAERPORT fekk samanlagt hægstu metingina.
“P/F Vága Floghavn er fegið um avtaluna við FAERPORT. Uppskot teirra fevnir um eina samlaða ætlan, ið kann gera flogvallarbygningarnar og økið rundanum til eina byggilistarliga heild, ið liggur væl í lendinum. Tað verður eisini gjørligt framyvir at kunna víðka um bygningarnar samstundis sum heildin verður varðveitt,” sigur Dávid Reinert Hansen, forstjóri hjá Vága Floghavn.
Í FAERPORT samtakinum eru Árni Winther Arkitektar, Selmar Nielsen Arkitektur, Sofus M. Jakobsen ráðgevandi verkfrøðingar og LBF ráðgevandi verkfrøðingar. COWI Consult er undirráðgevi hjá samtakinum.
"Vit eru sera fegin um at hava vunnið útbjóðingina. Hetta vísir, at føroyskar fyritøkur eru kappingarførar við umheimin bæði fakliga og fíggjarliga, og at tær eru førar fyri at átaka sær stórar og týðandi uppgávur," sigur Árni Winther, arkitektur í FAERPORT.
Í uppskotinum hjá FAERPORT er dentur lagdur á, at nýggi terminalurin skal hóska væl inn í lendið við flogvøllin. Miðskeiðis í bygninginum er ein stór bogað konstruktión, ið verður nýggja fráfaringarhøllin í Vágum.
"Vit hava í uppskotinum havt í huga, at bretar bygdu flogvøllin. Teir settu eftir seg nógvar barakkir, ið høvdu somu bogaðu konstruktión, sum vit hava brúkt. Bogaði bygningurin vísir á bretska upprunan hjá flogvøllinum og líkist samstundis eini altjóða fráfaringarhøll," sigur Árni Winther.
Projekteringsarbeiðið byrjar beinanvegin og fyrstu partarnir av arbeiðinum verða helst bodnir út komandi heyst.
Dávid Reinert Hansen, forstjóri
P/F Vága Floghavn
Árni Winther, arkitektur
FAERPORT
|
| | | |
|
Projektkapping um nýggja kirkju á Glyvrum
Hósdagin 19. juni kunngjørdi dómsnevndin, at 1. virðisløn var latin Árna Winther Arkitektum.
Í úrskurðinum segði nevndin millum annað: 'Dómsnevndin heldur, at hetta uppskotið er besta grundarlagið fyri tí framhaldandi arbeiðinum at byggja nýggja, tíðarhóskandi kirkju í sóknini.'
Til kappingina komu 16 uppskot inn.

|
|
|
| | | |
|
Tórshavnar Kommunuskúli
Nýggjur smábarnaskúli
Fríggjadagin 27. mai var almenn móttøka, nú skúlin stendur liðugur.
Saman við byggifeløgum og undirráðgevum hava vit roynt at veita Tórshavnar kommunu ein bygning, ið lýkur námsfrøðiligu krøv skúlans, er kveikjandi fyri næmingar og starvsfólk, hóskar til býarmyndina, byggitøkniliga er á einum góðum støði, og hetta fyri ein sámiligan prís.

|
|
|
| | | |
|
Føroya Tele latið dyrnar upp
Meginparturin av virkseminum hjá Føroya Tele í Suðurstreymi er savnað í nýggja høvuðssetrinum. Pláss er fyri einum 170 starvsfólk.
Høvuðssetrið er slóðbrótandi á fleiri økjum. Arbeiðsplássini eru innrættað eftir nýggjastu altjóða royndum, inniklimaskipanin er nýskapandi, og verkætlanin skipað sum partalag. Nýggi bygningurin kostar 125 milliónir krónur við tilhoyri. Tá almenna móttøkan var 10. september 2004, gav Føroya Tele ein bókling út, ið lýsir verkætlanina.
Myndasavn
Images
|
|
|
| | | |
|
Landssjúkrahúsið tikið bygningin í nýtslu
Fyrsta stóra útbyggingin av Landssjúkrahúsinum síðan sekstiárini er nú komin á mál.
Bygningurin hýsir fimm deildum, sum vóru tiknar í nýtslu í september og oktober. Samlaða gólvíddin er um 5.500 fermetrar, og kostnaðurin um 150 mill.kr. Harumframt verður útgerð keypt fyri 44 mill.kr.
Myndasavn
Images
|
|
|
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
|
|